Innanlands

Brúkt milliónir uppá eitt asfaltsverk sum nú ikki kann brúkast

Landsverk hevur brúkt meira enn átta milliónir uppá Asfaltsverkið á Sundi, sum nú ikki letur upp aftur.

(Mynd: Dagur & vika / KVF)

(Mynd: Dagur & vika / KVF)

2019-10-16 06:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ilt at siga hvussu nógv asfaltsverkið hjá Landsverki á Sundi hevur kostað, men talan er um nógvar milliónir. Tað visti Dagur & vika í gjárkvøldið.

Verkið skuldi avloysa gamla asfalsverkið í Hundsarabotni, men nú kann tað ikki brúkast allíkavæl.

Landsverk gjørdi í 2016 ein langtíðarsáttmála við eigararnar av verkinum fram til 2021, sum fór at kosta Landsverki 25 milliónir krónur. Men ivasamt var, um Landvserk kundi gera ein tílíkan leigusáttmála, sum meira var at meta sum eitt keyp. Hetta tí Landsverk kundi yvirtaka verkið í 2021 fyri 100.000 krónur.

Tað endaði við at Landsverk keypti verkið í juni í ár. Landsverk seldi eisini alla útgerð at leggja asfalt til gomlu eigararnar av asfaltsverkinum.

Men Landsverk yvirtók eitt niðurslitið verk í 2016, og hevur sambært Dag & viku brúkt meira enn átta milliónir til viðlíkahald og nýgerð omaná leigu og keypskostnað.

Eftir eitt arbeiðsóhapp á verkinum í august var virkið stongt, og letur ikki uppaftur.

Sí innslagið í Degi & viku her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder