Verkætlanin innibar at sigla runt norsku strendurnar, frá Oslo til Tromsø, og savna plastikk, sum liggur í havinum og við strendurnar.
Saman við øðrum sjálvbodnum hevur Møstur brúkt tvey ár av lívi sínum uppá upptakið, og hevur báturin savnað meira enn 95 tons av plastikki upp.
- Tað hevur verið ein succes, og vit eru blivin góð til at lesa kort og at vita, hvar plastikkið liggur. Kortini kostar tað nógvar pengar, myndugleikarnir halda ikki, at matur, diesel og umvælngar kosta pengar, men tað ger tað, sigur Børje Møster.
Hann hevur nú sett bátin til sølu, og hansara dagar sum plastsavnari eru yvirstadnir. Hann er ørkymlaður um, hvussu lítlan stuðul hann hevur fingið frá myndugleikunum fyri at halda gongd í virkseminum, og hann sigur, at hetta er orsøkin til, at hann ikki heldur fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald