2019-04-03 13:26
Asiatiska landið Brunei hevur í dag innført eina sharialóg sum sigur, at um tvey av sama kyni hava kynsliga samveru, ella um tvey fólk hava kynsliga samveru uttanfyri hjúnalag, kunnu hesi verða steinað til deyðis.
Sharialógin hevur møtt harða mótstøðu frá umheiminum, men hetta hevur ikki sultaninum í Brunei, Hassanal Bolkiah, í at seta lógina í gildi.
Týskland, Frakland, Avstralia og USA hava øll mælt til at lógin verður avtikin áðrenn hon verður brúkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald