Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava skotið tríggjar svenskar fótbóltsfjepparar í gjárkvøldið, harav tveir doyðu, er nú sjálvur skotin.
Tað upplýsir belgiska sjónvarpsstøðin VRT.
Tann skotni er enn ikki eyðmerktur, men Annelies Verlinden, innanríkisráðkvinna, sigur við sjónvarpsstøðina, at alt bendir á, at talan er um gerningsmannin.
Tveir svenskir fótbóltsfjepparar vórðu skotnir inni á eini kaffistovu í Brússel. Ein triði persónur varð særdur, og í dag upplýsa belgiskir miðlar, at hesin eisini var svii.
Belgia kannar málið sum yvirgang, og hevur hækka hóttanarstøðið í høvuðsstaðnum, Brússell, upp á hægsta stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald