Mentan

Bryd! hevði óvanliga dagsskrá - tí skuldu tey ikki í Fuglafjarðar skúla

Skúlastýrisformaðurin í Fuglafjarðar skúla er komin við frágreiðing um hví dramabólkurin ikki slapp at hava verkstovu fyri næmingum í skúlanum

2019-11-10 16:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Verkstovan BRYD! hevði eina dagsskrá sum fór út um vanliga miðling av vitan, og hvørki lærarar, foreldur ella næmingar vórðu kunnað ella spurd, um tey vildu verða partur av tiltakinum.

Tað er niðurstøðan hjá Sofusi Gregersen, skúlastýrisformanni í Fuglafjarðar skúla. Hann umboðar meirilutan í skúlastýrinum, sum valdi at nokta verkstovuni BRYD! at koma í Fuglafjarðar skúla við verkstovu.

- Hetta var tað, sum lá aftanfyri avgerðini um áheitanina, at avlýsa verkstovuna BRYD!. Um kunnað hevði verið um tiltakið í góðari tíð, og møguleiki hevði verið givin foreldrum, saman við sínum børnum, at taka av tilboðnum um at luttaka, so hevði støðan verið ein onnur, sigur Sofus Gregersen.

BRYD! er ein dramaverkstaður um kynsnormar og identitet, har savnast verður um hugmyndiuna hjá børnum og ungum um, hvat tey halda vera normalt og ónormalt.

- Skúlastýrisformaðurin metir, at avgerðin at heita á skúlastjóran at avlýsa vitjanina hjá BRYD! verkstovuni var røtt, og undirtøka er eisini fyri avgerðini frá meirilutanum í skúlastýrinum.

Øll frágreiðingin kann lesast her (PDF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder