
Triðja bryggjaríið í Føroyum sær nú dagsins ljós.
Biskupskelda er nýtt mikrobryggjarí í Vági, skrivar Suðurrás.
Biskupskelda bryggjar ófiltrerað øl – og eins og onnur mikrobryggjarí kring heimin, er talan um framleiðslu við handakraft – crafted beer – frá byrjan til enda, har talan er um framleiðslu av special-øl.
Nýggja bryggjaríið fer at leggja seg eftir at bryggja ser-øl til øl-elskarar. Fyrsta ølin fær heitið Huldugentan, og kemur á marknaðin mitt í mars. Talan er um eina IPA-øl, sum hevur fingið sera góð skoðsmál á ølsmakking fyri innbodnum.
Í apríl mánaði koma so tvær øl afturat á marknaðin, ein pilsnar og ein gulløl.
Navnið Biskupskelda stavar frá staðarnavni við gomlu bygdagøtuna millum Vág og Fámjin. Biskupskelda er nakað sunnan fyri Ryskivatn, við vegin, sum í dag gongur niðan til Ryskivatn.
Navnið Biskupskelda er elligamalt og tað er ikki greitt, hvagani navnið kemur, men tá vágbingar fyrr til gongu fóru norður í hagan í Bjørgunum at reka, so varð altíð steðgað á við Biskupskeldu at fáa sær at drekka – og sagt varð, at vatnið úr Biskupskeldu skuldi verða heilsugevandi.
Høvuðsinnhaldið í øl er vatn. Vatnið, sum verður brúkt til ølframleiðsluna hjá Biskupskeldu, er úr sama økið, sum heilsugevandi vatnið í kelduni Biskupskeldu.
Dennis Holm, júst fráfarni borgarstjórin í Vági, er stjóri í íverksetarafelagnum handan nýggja bryggjaríið. Hann sigur eisini í nevndini saman við Bárði Gunnarstein Nielsen og Magnusi Brattaberg, ið er nevndarformaður.
Dennis Holm er stjóri í nýggja bryggjarínum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald