Innanlands

Bryggjaríið P/F OY fingið umhvørvisgóðkenning

Talan er um mikrobryggjaríið, sum Petur Petersen, fyrrverandi stjóri í Okkara, stovnaði fyrr í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-20 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umhvørvisstovan hevur í dag veitt umhvørvisgóðkenning til bryggjaríið P/F OY á Heykavegi á Hálsi í Havn.

Talan er um eitt sonevnt mikrobryggjarí, sum varð stovnað í februar í ár. Stigtakari til bryggjaríið var Petur Petersen, eisini kendur sum Petur Øl. Hann segði seg úr starvi sum stjóri í bryggjarínum Okkara í sambandi við, at Føroya Bjór yvirtók tað.

Umhvørvisstovan sigur seg ikki meta, at ampar verða av eitt nú óljóði, lukti ella dusti frá framleiðsluni. Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir eisini settar til eitt nú spillivatn, lukt og óljóð.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder