Innanlands

Brynhild Thomsen heldur flaggdagsrøðuna í Runavík

Mánadagin 25. apríl klokkan 16 verður skipað fyri flaggdagshaldi við Skótahúsið við Løkin

2022-04-19 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagur er flaggdagur, og sum vant verður flaggdagshaldið í Runavíkar kommunu við Skótahúsið við Løkin.

Á heimasíðu sínari skrivar Runavíkar kommuna, at skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin, og síðani heldur Brynhild Thomsen flaggdagsrøðuna.

- Aftaná verður ein drekkamuður í skótahúsinum, og høvi verður at spæla kondibingo, sum skótarnir skipa fyri.

Ítróttarfeløg og skótar hittast 15.30 við Skúlan við Løkin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder