Innanlands

Brynjálvur Haraldsen farin frá sum sløkkiliðsmaður eftir tænastu í yvir 40 ár

Varð heiðraður á brandstøðini hjá Miðvágs - Sandavágs sløkkiliði í síðstu viku

Brynjálvur Haraldasen saman við Bjarni Prior, borgarstjóra

Brynjálvur Haraldasen saman við Bjarni Prior, borgarstjóra

2022-03-10 19:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á lítlari samkomu í síðstu viku, inni á brandstøðini hjá Miðvágs - Sandavágs sløkkiliði, varð Brynjálvur Haraldsen heiðraður fyri trúgva tænastu sum sløkkiliðsmaður.

Brynjálvur byrjaði hjá sløkkiliðinum fyrst í 1980’unum, so í 40 ár ella meir. Á samkomuni hildu Dánjal Pauli Poulsen, sløkkiliðsleiðari og Bjarni Prior, borgarstjóri røðu har teir takkaðu Brynjálvi fyri trúgva tænstu og handaðu honum eina fráfaringargávu.

Vága Kommuna vil við hesum takka Brynjálvi hjartaliga fyri trúgva tænastu øll hesi árini, har hann ósjálvsøkin hevur verið ein partur av sløkkiliðinum, ið rykkjur út í øllum veðri og støðum at hjálpa okkara borgarum.

Brynjálvur verður 72 ár í ár, nú hann er farin frá sum sløkkiliðsmaður. Saknur verður í honum og hansara skemtiligu viðmerkingum.

Vága kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder