
Leikurin lýsir eitt tíðarskeið, tá føroysk børn vóru send á donsk sjúkrahús og stovnar, meðan foreldur teirra vóru eftir í Føroyum.
- Áskoðarin verður boðin við inn í eitt ókent landslag, har ein skuldi trúð, at allar brýr vóru brendar, har bara illgras vaks, men so er ikki. Og heldur enn brá av tómleika hoyrist vónleikur
Tað er Ria Tórgarð, sum hevur skrivað leikin, leikstjórna og pallsett. Tónleik og ljóðmynd hevur Edvard Nyholm Debess staðið. Jógvan Andrias Joensen eigur hugskot, yrkingar og frásøgn .
Møguleika at keypa atgongumerki á atgongumerki.fo ella við dyrnar í Losjan Glotiin í Gøtu frá klokkan 1930.
“Kom bara inn, eg skal ikki gráta” verður sýndur í Losjuni í kvøld klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald