Frá á nýggjárinum verður tað ikki longur møguligt at lesa donsku avísina B.T. í pappírsútgávu.
Tá verður avísin talgilt burturav, upplýsir miðlafyritøkan Berlingske Media í tíðindaskrivi í dag.
Tá tey seinastu haldini ganga út á nýggjárinum verður B.T. ein 100 prosent talgild ókeypis miðil, fíggjaður av lýsingum, skrivar Berlingske Media í tíðindaskrivinum.
B.T. letur eisini aftur sínar redaksjónir í býunum Aarhus, Odense og Aalborg og frá nú í summar kemur blaðið bert í einari landsdekkandi útgávu.
Avgerðin um at gerast 100 prosent talgilt og at lata aftur blaðdeildirnar í stórbýunum merkir, at um 10 fólk, herav fýra journalistar missa starv sítt.
Jonas Kuld Rathje, blaðstjóri, hevur í sama viðfangið boðað frá, at han ynskir at verða loystur úr starvinum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald