Innanlands

Bú & Heimatænastan: Ása Holm er nýggj forkvinna

Borgarstjórin í Porkeri situr nú ovast í stýrinum fyri Bú & Heimatænastuna í Suðuroynni. Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, er valdur sum næstformaður

Bjarni Johansen og Ása Holm (Mynd: vagur.fo)

Bjarni Johansen og Ása Holm (Mynd: vagur.fo)

2025-02-05 09:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á seinasta stýrisfundi í Bú & Heimatænastuni í Suðuroynni varð nýggj leiðsla vald til stýrið.

Hetta innbar millum annað at velja forfólk og næstforfólk. Hetta gjørdust ávikavist  borgarstjórin í Porkeri og borgarstjórin í Vágs kommunu.

Tað vil siga, at Ása Holm,er nýggj forkvinna í stýrinum, meðan Bjarni Johansen er valdur til næstformann.

Tað boðar Vágs kommuna frá á heimasíðu sínari. 

Bú & Heimatænastan í Suðuroynni veitir tænastur til borgarar í øllum kommununum í oynni og hevur ein týðandi leiklut í vælferðartænastunum.

- Nýggja stýrið fer at taka við ábyrgdini at menna og betra um tænasturnar til gagns fyri borgararnar. Við hesum nýggja stýrinum er grundarlagið lagt fyri framhaldandi menning av heimatænastuni og bútilboðunum í Suðuroynni. Forkvinnan og næstformaðurin takka fyri álitið og síggja fram til gott samstarv í komandi tíðini.

Forkvinna: Ása Holm, Porkeris kommuna
Næstformaður: Bjarni Johansen, Vágs kommuna

Hini stýrislimirnir eru:
Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar Kommuna
Jóanes Lisberg, borgarstjóri í Fámjins Kommuna
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommuna
Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar Kommuna
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs Kommuna
Arni Brattaberg, býráðslimur í Vági
Eyð Eidesgaard, býráðslimur á Tvøroyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder