Mentan

Bubu gevur sína fyrstu barnabók út

Bubu hevur latið prenta tvær fittar barnasøgur í einari fittari og lítlari bók. Bókin egnar seg til at lesa fyri smærri børnum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-07 18:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld verður Bubu á Mentunarnáttini í Havn, har hann gevur út sína fyrstu barnabók. 

Bubu hevur latið prenta tvær fittar barnasøgur í einari fittari og lítlari bók. Bókin egnar seg til at lesa fyri smærri børnum, men sjálvandi kunnu tey ið megna at lesa, lesa sjálvi.

Í bókini er søgan um lítlu fittu Bubu súkkluna, umframt at ein søga eisini er um lítla fitta djórið Hufflo.

Endamálið við bókini er at Bubu ynskir at geva sítt íkast til málmenningina hjá børnunum, og við hesi fittu bókini, ber til hjá teim vaksnu at lesa fyri børnum og samrøða um tey viðurskifti, sum verða umrødd í bókini. 

Tey ið megna at lesa sjálvi, kunnu fáa meira føroyskt at lesa, og vónandi kann ein samrøða spyrjast burtur, har tey kunnu spyrja og práta við tey vaksnu, um viðgongd, mótgongd, vónbrot og gleðir, sum bæði børn og vaksin kunnu uppliva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder