Mentan

Bubu vitjar í Skálavík og Vági

Nú summarfrítíðin hjá børnunum er komin at halla og skúlarnir byrja aftur, rundar Bubu av fyri í summar. Um vikuskiftið vitjar hann í Sandoynni og í Suðuroynni

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-11 18:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú summarfrítíðin hjá børnunum er komin at halla og skúlarnir byrja aftur, so fer Bubu eisini at runda av fyri summarið.

Um vikuskiftið vitjar Bubu í Skálavík og í Vági, og so er bert ein vitjan í Kvívík næsta vikuskifti eftir, og so eru ikki fleiri upptrakkanir í summar.

Bubu hevur skemtað, sungið, fjasað og hugnað um kring oyggjarnar í summar og hetta vikuskifti verða tað so tey á Sandoynni og Suðuroynni og tey vitjandi, ið fáa vitjan av litfagra fívlinum.

Í Skálavík er vitjanin á skránni seinnapartin fríggjadagin 12. august og í Vági er Bubu á skránni tíðliga seinnapartin leygardagin 13. august. Tiltøkini eru ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder