Uttanlands

Búgva nú fleiri fólk á Sælandi enn á Jútlandi

Tað er fyrstu ferð nakrantíð, og tað kemst av, at fólkavøksturin hevur verið yvir tvífalt so stórur á Sælandi seinastu tíggju árini

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2019-11-08 15:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmarks Statistik boðar frá, at fyri fyrstu ferð í søguni hevur Sæland (Sjælland) eitt hægri íbúgvaraatal enn Jútland.

Sambært hagtalsfelagnum búgva nú 2.646.379 fólk á Sælandi og 2.642.180 fólk á  Jylland. Harvið er munurin sera lítil - 2,6 milliónir á báðum støðum.

Tað er serliga fólkavøksturin í Keypmannahavn og kommununum har á leiðini, ið ger mun. Í Københavns Kommune er talið av íbúgvum vaksið við 106.103 fólkum seinastu 10 árini. Tað er ein størri vøkstur enn í øllum Jútlandi í sama tíðarskeiði. Fólktalið á Sælandi er samanlagt vaksið við 190.000 fólkum síðani 2009.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder