Mentan

Búi Rouch fekk virðislønina til ungt listafólk

Búi Rouch er ein av ungu slóðbrótarunum í síni listagrein og hevur víst gávur sum fáur, var millum annað grundgevingin

Mamma Búa Rouch tók ímóti virðislønini fyri Búa í kvøld av tí at hann er staddur í Tel Aviv (Mynd: Sverri Egholm)

Mamma Búa Rouch tók ímóti virðislønini fyri Búa í kvøld av tí at hann er staddur í Tel Aviv (Mynd: Sverri Egholm)

2019-01-23 19:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld handar Aksel V. Johannesen, løgmaður, mentanarvirðislønirnar, nú Rigmor Dam hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum. Virðislønirnar verða handaðar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Virðislønina til ungt listafólk fekk Búi Rouch, dansari.

Virðislønin er 50.000 krónur og verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt.

Búi er ein av ungu slóðbrótarunum í síni listagrein og hevur víst gávur sum fáur. Virðislønin verður latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum ígjøgnum dansin, stóð millum annað í grundgevingini.

Í fjør var tað Konni Kass, sum fekk hesa virðislønina.

[object Object]

Ein heilsan frá Búa Rouch varð víst á stórskíggja (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder