Í heyst skulu bulgarar á val.
Talan er um fjórða tjóðartingsvalið í tvey ár, og bulgarski forsetin, Rumen Radev boðar frá, at valið verður 2. oktober.
Í juni koppaði samgongan hjá Kiril Petkov forsætisráðharra, og fyrrverandi ráðharrin í arbeiðaramálum, Galab Donev varð av forsetanum valdur at standa á odda fyri einari skiftisstjórn, sum skal stýra landinum frá 2. august og fram til nýggj stjórn er skipað, skrivar DR.
Bulgaria stríðist í løtuni, eins og onnur ES-lond, við høgari inflasjón, og óvissuni um gassveiting orsakað av krígnum í Ukraina.
Fyrrverandi forsætisráðharrin, Kiril Petkov, sum var í ráðharrasessinum í tíðarskeiðnum 13. desember til í dag, vísti síðst í juni mánað 70 russisk sendifólk, sum vórðu ákærd fyri njósning, úr landinum. Eisini noktaði hann at gjalda fyri gass við rublum. Síðani sleit Russland gassveitingina til landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald