Við tilsamans 516 stigum vann Bulgaria við lagnum Bangaranga á fyrsta sinni í Eurovision-søguni.
Tað er greitt eftir at Eurovision-finalan var hildin í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien í kvøld.
(Mynd: EPA)
Bulgiara gjørdist stóri vinnarin og vann bæði hyggjaraatkvøðurnar og atkvøðurnar frá dómsnevndunum. Tá samanum kom, stóð tað millum Ísrael og Bulgaria, men tað var bulgarska Dara sum dróg longra stráðið.
Danmark og Finnland vóru frammanundan spádd at vera favorittar at vinna, men tað. Danmark endaði á sjeynda plássi. Hetta er besta danska úrslit síðan 2013, tá Emmelie de Forrest vann sangkappingina.
Søren Torpegaard Lund og Danmark endaðu á sjeynda plássi (Mynd: Helmut Fohringer/AFP/Ritzau Scanpix)
Finnland fekk tilsamans 279 og endaði á sætta plássi. Noreg endaði á 14. plássi og Svøriki á 20. plássi. Ísland luttók ikki í ársins Eurovision-kapping.
Bretland endaði aftast við bara einum stigi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald