Í minsta lagi sjey fólk vórðu særd, tá ein pakkabumba brast uttanfyri einum bakaríi í gongugøtuni í franska býnum Lyon í gjárkvøldið.
Franska løgreglan leitar í løtuni eftir einum manni, sum er undir illgruna fyri at hava framt atsóknina, skrivar BBC.
Løgreglan hevur almannakunngjørt eina mynd av manninum, sum varð tikin av einum vakmyndatóli. Maðurin sá út til at vera uml. 30 ára gamal og var á súkklu.
Mynd: EPA
Millum tey særdu var ein átta ára gomul genta.
Seinastu ferð ein pakkabumba brast í Fraklandi var í 2007. Tá varð ein særdur, og ein lat lív. Tað eydnaðist ongantíð løgregluni at finna viðkomandi, sum stóð aftanfyri.
Talan er um eina pakkabumbu, sum varð fylt við skrúvum og seymum, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald