Í minsta lagi tíggju fólk hava latið lív, eftir at ein bumba brast í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í morgun.
Endamálið var at raka eina røð av bilum í einum øki í býnum, sum annars verður roknað sum tað tryggasta í Kabul.
Amrullah Saleh, varaforseti í Afghanistan, var í einum av akførunum. Hann var ávegis til arbeiðis, tá bumban brast, og sambært afghanska innlendismálaráðnum fekk hann ongan skaða.
Umframt tey, sum hava latið lív, hava í minsta lagi 15 fólk fingið skaða, og fer deyðstalið helst at økjast seinni, skrivar Ritzau.
Higartil hevur eingin tikið ábyrgdina fyri álopið. Taliban hevur víst aftur, at tey hava nakað við bumbuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald