Uttanlands

Bumba brostin uttan fyri ráðhúsið í Landskrona

Hendingin kann vera liður í ófriði millum stríðandi bólkar

Løgreglumaður kannar skaðan á standmyndina uttan fyri ráðhúsið (Mynd: TT)

Løgreglumaður kannar skaðan á standmyndina uttan fyri ráðhúsið (Mynd: TT)

2019-08-08 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenski býurin Landskrona í Skáni var í gjárkvøldið raktur av eini spreinging. Tað var um 23-tíðina, at boðini komu um, at ein ógvusligan brest við ráðhúsið í býnum.

Ongin fráboðan um mansskaða er komin, men spreingingin elvdi til at fleiri rútar eru farnir í knús í grannalagnum kring ráðhúsið í Drotninggatan í Landskrona.

Løgreglan hevur stongt økið av fyri at gera kanningar av hendingini, men ongin er handtikið í málinum, sigur løgreglan við TT tíðindastovuna.

Umframt skaða á bygningar, hevur spreingingin eisini gjørt skaða á eina standmynd av listamanninum Carl Fredrik Reuterswärd, sum stendur framman fyri ráðhúsinum.

Býurin við Oyrasund, sum her heima mest er kendur fyri at hýsa heimavøllinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, tá vit byrjaðu luttøku í altjóða fótbóltskappingum, hevur í summar verið merktur av ófriði millum stríðandi bólkar. Tríggjar drápsroyndir eru hendar, sum verða settar í samband við hetta stríðið.

Í øllum trimum tilburðunum vórðu spreingiløðingar lagdar á almenn støð. Hildið var, at hesar vóru ætlaðar at skula fremja skaða og drepa fólk, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder