2019-07-07 20:15
AP tíðindastovan skrivar, at neyðugt var at flyta fleiri enn 1000 fólk burtur úr økinum, tá serfrøðingar skuldi taka eina bumbu sundur - demontera hana. Hetta fór fram tætt við tann evropeiska sentrabankan í týska býnum Frankfurt í dag.
Bumban hevur sín uppruna frá 2. heimsbardaga. Hon var ógvuliga tung, og tað kravdi umfatandi arbeiði fyrst at tryggja økið og síðani at taka bumbuna sundur. Hetta eydnaðist tó væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald