Í minsta lagi fimm persónar hava latið lív í einum bumbuálopi í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í dag. Tveir persónar afturat eru særdir, upplýsir lokala løgreglan.
Talan var um tríggjar bumbur, sum vórðu settar upp undir bilum, sum síðani brustu ymsastaðni í býnum.
Millum tey deyðu eru bæði sivilfólk og hernaðarfólk.
Sambært Ritzau hevur enn eingin tikið ábyrgdina fyri álopið.
Taliban-rørslan hevur staðið aftanfyri einari rúgvu av deyðiligum álopum í Afghanistan, hóast bólkurin og afghanska stjórnin eru mitt í friðarsamráðingum.
Tað er ikki óvanligt, at hernaðarbólkar sum Taliban og Islamiskur Statur standa aftanfyri bumbuálopum í Afghanistan.
Sum oftast eru álopini rættaði móti løgregluni, herinum, embætisfólkum, stríðsfólkum, leiðarum í trúarsamfeløgum, ella móti tíðindafólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald