Uttanlands

Bumbuhóttan móti Stórtinginum

Stórtingið var stongt fyrrapartin í dag orsakað av bumbuhóttanum

Fleiri patruljur hjá løgregluni eru á staðnum (Mynd: NTB)

Fleiri patruljur hjá løgregluni eru á staðnum (Mynd: NTB)

2024-04-03 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Allar inngongdir í norska tjóðartinginum, Stórtingið eru í løtuni stongdar orsakað av einari "óavgreiddari trygdarstøðu", upplýsir Stórtingið sambært norska Dagbladet.

Sambært norsku løgregluni hava tey móttikið eina hóttan móti Stórtinginum, og arbeiðir løgreglan nú við at fáa greiðu á, hvat er hent.

Løgreglan í Oslo upplýsir fyri NRK, at talan er um eina bumbuhóttan.

Ein hóttan kom í gjárkvøldið, og ein onnur hóttan kom klokkan 8.48 okkara tíð. Løgreglan upplýsir ikki, hvør stóð aftanfyri, meðan ein av hóttanunum kom umvegis kjakpallin 4Chan, skrivar VG.

Fleiri patruljur hjá løgregluni eru á staðnum fyri at forða fyri "møguligum hendingum", skrivar Ritzau.

Dagføring: Stutt eftir klokkan 11.30 lat Stórtingið uppaftur. Sambært løgregluni er trygdarstøðan avgreitt, og eingin fekk skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder