Leiðslan í yrkisskúlanum Techcollege Nord, sum hevur deildir í Aalborg og í Hobro, fekk í morgun sent eina bumbuhóttan. Løgreglan hevur evakuera fleiri støð í Aalborg og Hobro og hevur stongt eitt stórt øki í Aalborg.
Enn veit løgreglan ikki hvør hevur sent bumbuhóttanina, men at løgreglan er í gongd við at gera fleiri tekniskar kanningar fyri at finna sendaran.
Bumburuddarar eru eisini komnir til Aalborg.
Løgreglan sigur, at bumbuhóttanin vendir sær móti einum staði í Aalborg, og tí verða deildirnar uttanfyri Aalborg ikki rørdar av hóttanini. Men leiðslan í skúlanum hevur givið boð um at allir næmingar eiga at verða heima í dag, skrivar TV2 Nord.
Eitt av stóru handilsmiðstøðunum í Aalborg, Friis, er eisini evakuerað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald