Innanlands

Búnaðargrunnurin hevði avlop í 2023 og nýtt stýri hevur skipað seg

Búnaðargrunnurin hevði í 2023 eitt avlop áðrenn skatt á slakar 11,5 milliónir. - Av hesum vórðu 4,3 milliónir goldnar landskassanum til at fíggja umsitingina av landsjørðini

2024-06-15 18:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Samlaðu rakstrarinntøkurnar vóru 16,5 milliónir, harav rentur frá útlánum vóru góðar 5 milliónir, meðan rentur og kursjavningar av virðisbrøvum vóru 11 milliónir.

Útlánsvøksturin í 2023 var 6,4 prosent, og við árslok hevði grunnurin útlán fyri 133 milliónir.

Fíggjarstøðan hjá Búnaðargrunninum javnvigar við 350 milliónum, og eginognin er 337 milliónir.

Endamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til føroyskan landbúnað, og umframt lán veitti grunnurin í 2023 stuðul á góðar 6 milliónir. Meginparturin av stuðlinum verður veittur til íløgur í bygging og velting, og síðstu 4 árini er tilsamans útgoldin stuðul fyri 48 milliónir, sum í miðal svarar til 12 milliónir um árið.

Landsstýrið hevur frá 1. juni valt stýrislimir í Búnaðargrunnin fyri eitt nýtt 3-ára skeið, og hava hesi skipað seg við Símun Gullaksen sum formanni og Barbaru Pállsdóttir Vang sum næstforkvinnu. Hinir stýrislimirnir eru Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes.

Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder