Innanlands

Búnaðarstevnan 2020 verður 15. februar

Leygardagin 15. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á sætta sinni á Skúlatrøð í Klaksvík

2020-01-20 11:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Búnaðarstevnan er ein stevna, sum varpar ljós á viðkomandi viðurskifti innan landbúnað í Føroyum, og er stevnan vikin fyri luttakarar og tey, sum hava framløgur. Høvi verður at seta spurningar og góður møguleiki er fyri at samskifta beinleiðis við øllum á gólvinum.

Stevnan er væl vitjað, og tí er neyðugt at skráseta seg sum luttakara á heimasíðuni hjá Búnaðastevnuni.

Skráin er soljóðandi:

Fundarstjóri: Karl Johansen, sýslumaður

10:00: Skráseting
10:30: Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna.
10:45: Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður
• landbúnaður, ferðavinna og umhvørvið
11:30: Uttanríkiðs- og Mentamálaráðið, Hovíkssáttmálin – Jenis av Rana, landsstýrismaður

12:00 Miðmálið

Framløgur:

13:00 Framløga: Jóannes Johannesen: Miðstovugarðurin framleiður/selur: Mjólk, neytakjøt,
seyðakjøt, eplir, røtur, umframt ymiskt grønmeti.
13:20 Framløga: Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen: matkovin.fo
13:40 Framløga: Heini Mohr Hermansen, Føroya Tele: GPS skipanin Spora
14:00 Framløga: John Mortensen, Jarðir: ein felags pallur fyri jarðareigarar og fyrisitarar
14:30 Framløga: Høgmofjøs AS: Nútímans seyðahús, innrætting, útgerð vm.
15.00 Framløga: Tróndur G. Leivsson, Búnaðarstovan: Seyðahald

15:30 Framløgur liðnar / kaffi vm.
16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

Evni er: Ferðavinna og landbúnaður.

Nú hava so jarðareigarar og fyrisitarar tikið stig til at finna eina loysn. Landbúnaðurin er ein náttúrligur partur av ferðavinnumenningini og eigur at fáa góðar karmar og møguleikar til at menna seg innan ferðavinnuøki. Kjakst verður um samstarv, menning og fíggingarmøguleikar og annað viðkomandi. Pallborðsluttakarar verða úr vinnuni og fyri avvarandi mynduleikar.

Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt
18:00 Borðhald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder