Leygardagin tann 15. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað 10. ferð, og verður hon í Varpinum í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.
Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Møguleiki er seta spurningar og so hevur tein eisini møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.
Búnaðarstevnan er rímuliga væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.
Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað, har øll við áhuga fyri landbúnaðarviðurskiftum í Føroyum kunnu hittast og samskifta um ymisk viðkomandi mál,
Heimasíðan hjá Búnaðarstevnuni
Á stevnuni í ár verða fleiri framløgur. Høgni Hoydal, landsstýrismaður við búnaðarmálum fer at greiða frá um nýggja landbúnaðarpolitikkin hjá landsstýrinum, og búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum fer at tosa um landbúnað og búskap.
Útlendskir gestir eru eisini á skránni. Maree Hay úr Hetlandi fer at greiða frá konseptinum Polycrub, sum byrjaði sum ein samfelagsverkætlan í 2008, og snýr seg um at framleiða fleiri vørur lokalt, og Thomas Holm Carlsen úr Noregi fer at fortelja um møguleikarnar við at gagnnýta æður og lívfrøðiligt margfeldi í haganum.
Framløgur verða við nýggja stjóranum í MBM, Tony Weyhe, Búnaðargrunninum og Búnaðarstovuni og hartil verða eisini framløgur av bóndahjúnunum Maud og Bárði Østerø á Trøllanesi og Janus og Báru Joensen á Varmakeldugarði, sum greiða frá teirra royndum.
Stevnan endar við pallborðsorðaskifti við luttøku frá øllum flokkum á tingi. Heitið fyri orðaskiftinum er “Nýggjur landbúnaðarpolitikkur fyri Føroyar”, og orðstýrari verður Beinta Løwe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald