Innanlands

Búnaðarstevnan verður 15. februar í Klaksvík

Tað verður millum annað við luttøku av Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum og Uttanríkis- og Mentamálaráðnum

2020-01-15 18:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin tann 15. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á sætta sinni á Skúlatrøð í Klaksvík.

Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, kemur at hava framløgur vísandi til landbúnað, ferðavinnu og umhvørvismál.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið, kemur at hava framløgu vísandi til Hoyvíkssáttmálan við serligum atlitið til avbjóðingar og møguleikar fyri føroyskan landbúnað.

[object Object]Frá Búnaðarstevnuni í fjør (Mynd: bunadarstevna.fo)

Harafturat verða fleiri áhugaverdar framløgur og kjakfundur.

Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.

Búnaðarstevnan er væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.

Skráin verður endaliga klár í vikuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder