Leygardagin 19. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á sjeynda sinni á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.
Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Ein kann seta spurningar, umframt at ein fær góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum. Búnaðarstevnan er rímuliga væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað, boðar fyriskiparar frá.
Atgongumerki til stevnuna fæst á atgongumerki.fo.
Skráin er solljóðandi:
Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson
09:30: Skráseting
09:50: Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna
10:00: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
10:25: Tróndur G. Leivsson, stjóri - Búnaðarstovan
10:45: Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi - Búnaðarstovan - Vit kundu fingið nógv meira burturúr seyðinum
11:20 Dorthea Joensen, Búnaðarstovan - Ull er Føroya Gull
11:40 Lis E. Moretnesen, geografur - Jarðfeingi - Kunning um fyribils úrslit av jørðkanningum í 2021
12:00 Miðmálið
13:00 Gunnar Bjarnason landbúnaðarfrøðingur – Dagføring av seyðahaldinum í Føroyum
13:20 Magnus Gaard lívfrøðingur - Náttúruvernd og seyðahald í samljóði
13:40 Landsdjóralæknin – djóravælferð og ridluskriði
14:00 Hvussu sær ein burðardygg matskipan í Føroyum út?
Elisabeth Skarðhamar Olsen um hennara phd verkætlan, ið kannar staðbundna matbúskapin í Føroyum við denti á umstøðurnar og framtíðarvisiónirnar hjá bøndum og øðrum smá-skala matveitarum kring landið.
(Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Sunnivu G. Mortensen úr Slow Food Føroyar og Selmu Dahl Erol úr FNU)
14:20 Fróði Mortensen – Førka køstar, taðing við avgassaðum tøðum
14:40 Súni Justinussen - JT Electric / automatisk fóðurskipan til seyð
15:00 Framløgur liðnar / kaffi vm.
16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.
Evni er: Hvussu kunnu vit menna seyðahald og fáa meiri burturúr seyðinum í Føroyum.
Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt
Pallborðsluttakarar: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni, Jóannes Patursson, bóndi, Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, Eyðun Eliasen, bóndi
18:00 Borðhald
Neyðugt er at bíleggja pláss, tí talan er um avmarkaða atgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald