Búnaðarstevnan, sum Gamla Seglhúsið v/Símun Gullaksen skipar fyri á níggjunda sinni, verður leygardagin 17. februar í Varpinum í Klaksvík.
Búnaðarstevnurnar hava higartil verðið hildndnar í januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022 og februar 2023.
Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak, og viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað og onnur viðurskiftir, ið kunnu knýtast til hesa vinnu.
Í ár fær Búnaðarstevnan eisini áhugaverda vitjan úr Íslandi og Noregi.
Stevnan byrjar við, at borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, setur ráðstevnuna. Síðan verða ein røð av fyrilestrum hildnir.
Kl. 10:40 - Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum: Landbúnaðarpolitikkur fyri Føroyar.
Kl. 11:10 - Tróndur G. Leivsson, Búnaðarstovan: Landbúnaðarpolitikkur – viðurskifti, sum eru frammi í okkara grannalondum nú viðvíkjandi framtíðar landbúnaðarpolitikki.
Kl. 11:30 - Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi – Búnaðarstovan: Royndir og stuðulsmøguleikar
Kl. 11:45 -Andrass Holm Arge, landsjarðarráðgevi – Búnaðarstovan: Týðandi lóggávuevnir á landbúnaðarøkinum. Spurningurin um sølu av lendi (landsjørð og óðalsjørð) til útbyggingarendamál av ymsum slagi.
Kl. 13:00 - Jóhannes Sveinbjørnsson (Ísland): Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Íslandi
Kl. 13:20 - Bernt Skarstad (Noreg): Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Noregi
Kl. 13:40 - Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya: Hvussu flyta vit okkum til at hava betri og munagott handilssligt grundarlag fyri landbúnaðin í Føroyum
Kl. 14:00 - Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, Deildarleiðari, Matvørudeildin: hølisviðurskiftir, reinførið, merkingar, góðkenningar vm.
Elspa Petersen, Embætisdjóralækni: Djóravernd og valferð – við serligum atlitið til seyð og neyt
Kl. 14:20 - Gutti Winther, verkætlan: “Hvørjum skulu vit livað av? Kann matur loysa komandi samfelagsavbjóðingar? Frágreiðing um nýggja verkætlan um matmentan.”
Kl. 14:40 -Heidi Holm, verkætlanarleiðari: Landbúnaðarferðavinna - Verkætlanarsamstarv millum Búnaðargrunnin og Visit Faroe Islands: “Hví vit hyggja at landbúnaðarferðavinnu sum ein møguleiki hjá framleiðarum, høvðusúrslit frá kanningini og so um hvat vit arbeiða fram ímóti í 2024.”
Kl. 15:00: Búnaðargrunnurin: Fígging og stuðul
Kl. 15:15: Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin. Matfrø(ð)i: Verkstovurøð og undirvísingartilfar um staðbundnar matvørur.
Kl. 16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.
Evni er:
Landbúnaðar politikkur fyri Føroyar.
– Hvussu seta vit ferð á menning av landbúnaðinum í Føroyum, sum umfatar mjólkaframleiðsu og úrdráttir úr mjólk, kjøtframleiðslu sum umfatar neyt, seyð vm., grøntmetisframleiðslu, vakstrarhús, marknaðarføring vm., ferðavinna og onnur átøk, sum kunnu stuðla uppundir mennning av landbúnaðinum, heimamarknaðurin, velting, taðing – her hugsa um bio-tøð – burðardygga orku og hvussu raðfesta vit fyri at røkka málinum skjótt. Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald