Innanlands

Burðardyggasta matstova í ríkinum

Bert tvær matstovur í Danmark verða mettar at vera betri enn Koks

2021-11-29 18:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Matstovan Koks frammi við Gjónn fekk í dag enn ein heiður at prýða seg við.

Tað var í sambandi við at matstovuguidin, kallað White Guide Denmark, avdúkaði sín lista yvir bestu matstovurnar í danska kongsríkinum.

Her fekk Koks ein serligan heiður, nevniliga sum matstovan, sum er tann burðardyggasta.

Men eisini á sjálvum listanum fekk Koks eina flotta plasering sum nummar trý á listanum yvir 10 tær bestu matstovurnar í Danmark.

Bara Noma og Alcemist verða mettar at vera betri enn Koks. Hinvegin eru tað tríggjar aðrar, sum eru líka góðar sum Koks, tí tað vóru fýra matstovur, sum máttu deilast um heiðurin at vera triðbest. Hinar matstovurnar eru Geranium, Cadeau og Lyst.

Tær fýra matstovurnar á triðja plássi fingu 38 av 40 møguligum stigum fyri matupplivingina og 97 av 100 fyri heildarupplivingina. Alcemist á øðrum plássi fekk 38/98 og Noma fekk 39/98.

Á sjeynda plássi kom Jordnær, á áttanda kom AOC og Søllerød Kro og á tíggjunda plássi kom einasta danska matstovan utan fyri høvuðsstaðarøkið, nevniliga Syttende í Sønderborg. 

[object Object](Mynd: Johannes Jensen á Facebook)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder