Innanlands

Burðatalið í Runavíkar kommunu tað hægsta í 35 ár

75 børn vórðu fødd í Runavíkar kommunu í fjør, sum er ein vøkstur á 50 prosent í mun til árið fyri

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2025-01-11 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Burðatalið í Runavíkar kommunu í 2024 var tað hægsta síðan 1989, vísir ein uppgerð yvir livandi fødd í kommununi.

Í alt vórðu 75 børn fødd í kommununi í 2024. Hetta er í mun til 50 børn árið fyri, og tað er ein vøkstur á heili 50 prosent.

Sambært tølum frá Heilsumálaráðnumv órðu 591 børn fødd í Føroyum í 2024, og tað er 17 fleiri enn í 2023.  Í Runavíkar kommunu vaks burðatalið við 25.

Les eisini: Burðatalið vaks í 2024

– Verður kagað í hagtølini hjá Hagstovu Føroya fyri bygdirnar, sum eru í Runavíkar kommunu í dag, mugu vit leita heilt aftur til árgangirnar 1989 (92 børn), 1990 (72 børn) og 1991 (74 børn) fyri at finna líknandi burðatøl, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder