Suðurkorea, sum hevur heimsins lágsta burðatal, var metlágt í 2023.
Sambært hagtølum frá koreansku hagstovuni Statistics Korea vísa, vórðu í miðal fødd 0,72 børn fyri hvørja kvinnu í burðardyggum aldri - væl færri enn tey 2,1, sum skulu til fyri at landið skal halda fólkatalinum uppi á 51 milliónum, skrivar The Guardian.
Hetta er fjórða árið á rað, at talið minkar, hóast myndugleikarnir í Suðurkorea seinastu árini hava roynt at venda gongdini. Í 2022 var talið 0,78.
Síðan 2018 hevur Suðurkorea verið einasta OECD-landið við einum burðatali undir eitt. Í miðal eru kvinnurnar í Suðurkorea eisini eldri, tá tær eiga fyrsta barnið enn í øðrum OECD-londum - 33,6 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald