Mentan

Burhan G á Voxbotn

Burhan G framførir á Voxbotn 2021 sum verður leygardagin 21. august

Burhan G framførdi til Tórsfest í 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Burhan G framførdi til Tórsfest í 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-12 20:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað verður ein danskur tónleikadarlingur, sum kann upplivast á Vágsbotni leygarkvøldið 21. august. Burhan G slerdi navn sítt fast í 2010, tá hann gav út sjálvnevnda útgávu.

Síðani tá hevur hann verið fastur gestur á hitlistunum í Danmark, og hann hevur vunnið hópin av viðurkenningum fyri sítt tónlistarliga virksemi. Hann er ein framúr sangari og lagsmiðjur, og telist millum allar fremstu R&B tónleikararnar í norðurlondum. Á Okkara Voxbotn kemur hann at framføra síni hottastu hitt saman við The Antonelli Orchestra, sum vit kenna frá fleiri av kendastu sjónvarpsrøðunum í donskum sjónvarpi.

Hann hevur áður verið í Føroyum, m.a. á Tórsfest í 2018, og tá rúnarbant hann fjøldina við lekkrum, summarligum tónleiki. Aftaná framførsluna var eftirspurningurin eftir autografum sera stórur, og Burhan var sjálvandi sinnaður at skriva autografar og at taka myndir saman við føroysku fjepparunum. Vit kunnu gleða okkum til eina frálíka løtu, tá Burhan G fer á pallin á Okkara Voxbotn.

Frammanundan er longu greitt, at tað verður ein røð av framúr tónleiki at hoyra á Okkara Voxbotn. Millum onnur Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Hanne Boel, Sanne Salomonsen, Sam Feldt, Christopher, Signar & John og Swangah fara at framføra á konsertdøgunum 20. og 21. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder