Burhan G kemur á Voxbotn í summar. Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.
Væl umtókti danski tónleikarin sló sítt navn fast í 2010 tá hann útgav sjálvnevna útgávu, sum innihelt løg, ið toppaðu hittlistar í fleiri vikur.
Síðani tá hevur hann verið fastur gestur á hitlistunum í Danmark, og hann hevur vunnið hópin av viðurkenningum fyri sítt tónlistarliga virksemi. Hann er ein framúr sangari og lagsmiðjur, og telist millum allar fremstu R&B tónleikararnar í norðurlondum.
Á sumri í 2008 útgav hann sítt fyrsta staklag ‘Kun Dig’ sum snýr seg kærleikan til tí einastu einu. Júst ein mánaða eftir fyrsta staklagið, gav hann út annað staklagið ‘Jeg vil ha’ dig for mig selv’ sum er skrivað saman við Rasmus Seebach, og bleiv hetta eitt ógvuliga væl dámt lag. Triðja staklagi ‘Mest ondt’ kom út í 2010 og verður sungið saman við donsku Medina. Hetta lagið var fyrsta lagið hjá Burhan, ið lá sum nummar eitt á hittlistunum í Danmark, og bleiv tað verandi har í fleiri vikur. Burhan G hevði nú av álvara sligið í gjøgnum sum solo sangari.
Hann hevur áður verið í Føroyum, millum annað á Tórsfest í 2018 og á Voxbotn 2021.
Millum nøvnini á plakatuni hjá Voxbotn í summar eru Tessa, Nick Carter, Gobs og Tobias Rahim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald