Uttanlands

Burnham: Bretar eiga at umhugsa at fara aftur í ES

Stórabretland eigur at umhugsa sínar møguleikar fyri framtíðar samstarvi við ES, harímillum at gerast ES-limur aftur, sigur bretski forsætisráðharrin.

Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham (Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham (Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-01 13:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stórabretland eigur at umhugsa sínar møguleikar fyri framtíðar samstarvi við ES, harímillum at gerast ES-limur aftur, sigur bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham sambært Reuters.

Burnham, sum í 2016 talaði fyri, at bretar skuldu verða verandi í ES, segði á floksstevnu hjá Labour týsdagin, at Bretland er blivið veikari, eftir at er farið úr ES, serliga í mun til búskap og handfaring av tilflytarum.

– Vit kunnu verða, har vit standa nú. Tað er heilt greitt ein møguleiki, um fólk halda, at tað er tað rætta segði hann við BBC mikudagin.

Sambært Ritzau eru bæði franski forsetin, Emmanuel Macron og spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez jaligir um útsagnirnar hjá Burnham.

Tað søgdu teir á felags tíðindafundi.

– Um bretar vilja koma aftur, og um forsætisráðharrin flytir seg tann vegin, so haldi eg, at tað eru góð tíðindi bæði fyri land hansara og fyri evropearar, segði Macron.

Sanchez segði, at Spania var til reiðar at bjóða bretum vælkomin við opnum ørmum.

Macron undirstrikaði tó, at tað er avmarkað, hvussu tætt samstarv bretar kunnu fáa við ES uttan limaskap, og at teir ikki kunnu velja, hvørjar fyrimunir teir vilja hava.

Tað var 23. juni 2016, at ein lítil meiriluti av bretum á fólkaatkvøðu atkvøddu fyri at fara úr ES. 51,9 prosent atkvøddu fyri at fara úr ES, meðan 48,2 prosent ynsktu at verða verandi í ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder