Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? Og visti tú, at tað, sum dálkar eina mest at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk, um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara. Lesið meira um hetta á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Visti tú eisini av, at tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum?
Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.
Soleiðis verjir tú umhvørvið:
– Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu — tað dálkar illa at brenna tey. Sí nærri kunning hesum viðvíkjandi á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
– Tøm vemburnar — tað dálkar at brenna fullar vembur.
– Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
– Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar. Finn títt kommunalu endurnýtslupláss/ruskpláss her.
Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.
- IRF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald