Innanlands

Burturblivin hundur, herverk og hálkuóhapp

Í gjár hevði løgreglan úr at gera – Ein fráboðan kom um herverk á fleiri bilar í Havn, ein postkassi varð oyðilagdur av fýrverki í Vágum, ein hundur er saknaður í Sørvági, og ein bilur koyrdi útav í Suðuroynni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-02 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur verið stak friðarligt, men seinnapartin og um kvøldið í gjár vórðu fleiri mál skrásett hjá løgregluni.

Fyrrapartin fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði framt herverk á tríggjar bilar í einum grannalagi í Havn. Sambært løgregluni vóru tað síðuspeglini á bilinum, sum vórðu brotin.

Málið varð meldað fyrrapartin í gjár, men hetta kann vera hent millum fríggjamorgunin og hósdag seinnapart.

Seinnapartin kom ein fráboðan um, at ein gravhundur varð blivin vekk í Sørvági.

Hundurin bleiv bangin av fýrverkinum nýggjársaftan og rann av stað. Leitað hevur verið eftir honum síðani, men enn er hann ikki funnin.

Søgan hevur eisini verið nógv deild á sosialu miðlunum síðan í gjár. Sí meira her.

Eitt mál var eisini í Vágum, har ein postkassi varð oyðilagdur av fýrverki. Skjótt varð funnið fram til, hvør hevði oyðilagt hann.

Talan var um nakrar unglingar, og enn hevur eigarin ikki tikið støðu til, um hann ætlar sær at føra sak móti teimum ella ikki.

Tá klokkan var umleið 23 í gjárkvøldið, var eisini eitt hálkuóhapp í Suðuroynni nærindis vindmyllurnar í Porkeri.

Ein bilur endaði við at koyra langt útav vegnum, men eingin skaði var.

Tað var ein persónur, sum hevði sæð bilin, sum boðaði løgregluni frá óhappinum. Funnið varð síðani fram til eigaran, sum segði, at hann skuldi syrgja fyri, at bilurin varð fluttur.

Talan var um eitt vanligt hálkuóhapp, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at bilurin hevði vetrardekk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder