Uttanlands

Burturgloymdur russiskur hermaður handtikin

Hevur uppihildið sær í húsaleivdum í Kharkiv-økinum síðan herurin tók seg aftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-03-14 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein russiskur hermaður, sum hevur fjalt seg í Kharkiv-landslutinum síðan russiski herurin tók seg aftur fyri seks mánaðum síðani, er tikin av ukrainska herinum.

Talan er um ein 42 ára gamlan hermann. Ukreinskar deildir støðgaðu manninum mánadagin í sambandi við eftirlit í Kupiansk-økinum har eysturin í Ukraina, skrivar BBC.

Maðurin hevur sagt løgregluni, at hann hevur fjalt seg í bumbaðum bygningum síðani í heyst.

Maðurin var í sivilum klæðum, tá hann varð støðgaður og førdur til eina løgreglustøð nærhendis til avhoyringar, har hevur hann greitt frá, at hann var partur av 27. russisku brigaduni, og at heimstaður hansara er í Moskva-økinum.

Ógvusligir bardagar vóru í Kupiansk eftir at russar høvdu ræðið í økinum í fleiri mánaðir.

Ukrainskar deildir tóku økið aftur í september í fjør, men økið hevur líka síðan verið hótt av russiskum royndum at endurvinna økið, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder