2022-10-27 17:51
Býráðið samtykti seinnapartin einmælt at játta 57 miljónir til nú at gera útbyggingina av dagsstovninum á Argjahamri. Tríggjar barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur koma aftrat, umframt felagsøki, køkur og starvsfólkarúm.
Dagstovnurin á Hamrinum á Argjum verður nú útbygdur. Ætlanin við Dagstovninum á Hamrinum er broytt síðan í fjør til 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur, felagsøki og køk, og starvsfólkarúm í miðjuni í bygninginum.
Støddin er uml. 1.297m2, 6 stovur tilsamans. Samlaði kostnaðurin er um 57 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald