Innanlands

Business Line: Bergfrost er eitt gullnám

Árið í fjør gjørdist sera gott, og avlopið smeyg sær upp ímóti 9 milliónum krónum aftaná skatt

(Mynd: Bl.fo)

(Mynd: Bl.fo)

2021-02-15 06:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gongdin hjá P/F Bergfrost hevur í fleiri ár verið støðug og góð, men árið í fjør gjørdist serstakliga gott, tá felagið trífaldaði avlopið, ið smeyg sær upp ímóti 9 mió kr aftaná skatt.

Tað skrivar Business Line á heimasíðuni.

P/F Bergfrost varð stovnað í 1995 og fór at taka ímóti frystivørum í februar 1996. Grundhugskotið, sum Bergfrost byggir á, var at taka ímóti frystum pelagiskum fiskavørum. Síðani hevur Bergfrost víðkað grundarlagið til at fevna um frystivørur úr havinum yvirhøvur.

Fyrimunirnir vóru fleiri: Fuglafjørður fekk grót til havnagerð, sárið í náttúruni varð ósjónligt, og bergholið kundi brúkast til goymslu. Bergfrost er einasta frystigoymsla í Føroyum, sum hevur sítt virksemi undir fjall.

Bergfrost tekur ímóti fiskavørum frá mest sum øllum skipabólkum – eitt nú rækjutrolarum, pelagiskum skipum, flaka- og verksmiðjuskipum og farmaskipum, sum sigla í Norðuratlantshavinum.

Umsorgan fyri umhvørvinum var startskotið til at spreingja frystigoymslur inn í fjallið. Hildið var, at sárið í náttúruni gjørdist ov sjónligt, um grótbrotið við Fuglafjørð varð víðkað norðureftir. Framskygdir kommunustýrislimir skutu í staðin upp, at farið varð longur inn í fjallið eftir grót.

Sí fleiri upplýsingar um  gongdina, leiðslu, o.a. hjá P/F Bergfrost í nýggju, almennu vinnuskránni hjá BL.fo her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder