Innanlands

Bussar vórðu noktaðir á Smyrli í morgun

Fóru til Suðuroyar í gjárkvøldið at fylla sær tangan, men so broyttu arbeiðarafeløgini treytirnar

Vevmynd av Krambatanga í morgun (Mynd: Landsverk)

Vevmynd av Krambatanga í morgun (Mynd: Landsverk)

2024-05-29 09:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir munnu ikki vera teir fyrstu, men teir eru kanska millum teir síðstu av stórum akførum, sum nú verkfallið er, er flutt til Suðuroyar, har tangin er fyltur við brennievni.

Nakrir bussar úr meginøkinum standa nevniliga eftir á ferjuleguni á Krambatanga í morgun, og Smyril fór norð klokkan 6.

Arbeiðarafeløgini høvdu fingið frænir av suðuroyarferðini í gjárkvøldið, og gjørdu ikki mætari enn at broyta treytirnar hjá Strandferðsluni soleiðis, at akfør sum eru longri enn sjey metrar, skulu hava undantaksloyvi at sleppa við.

Les eisini: Smyril: Størri akfør skulu nú hava undantaksloyvi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder