2022-01-04 07:50

Ongin busskoyring er millum bygda í dag. Strandfaraskip Landsins hava avlýst allar leiðirnar hjá Bygdaleiðum í dag.
Einasta skip hjá Strandferðsluni, sum fór í sigling í morgun, var Teistin millum Skopun og Gomlurætt. Sambært ‘Skipaferðsluni’ her á Portalinum var Teistin kl. 07.40 á veg aftur til Skopunar. Men nú verður boðað frá á ssl.fo, at eisini á hesi rutuni eru ferðirnar avlýstar.
Ferðslusamskiparin hjá Strandferðsluni segði við útvarpið klokkan 7, at tey væntandi fara at royna at seta skipini í sigling seinnapartin, tá vindurin væntandi minkar nakað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald