2022-01-04 08:20

Tað er ikki bara teir bláu busarnir hjá Bygdaleiðum, sum hava avlýst alla koyring í dag vegna veður.
Bæði í Havn og í Klaksvík standa býarbussarnir.
Tórshavnar kommuna boðar frá á Facebook, at Bussleiðin fyribils er avlýst, og at tað seinni verður boðað frá, nær bussarnir koyra aftur. Sum skilst er ætlanin at gera eina roynd at fáa gongd á almennu bussferðsluna í Havn út á fyrrapartin, tá roknað verður við, at koyrilíkindini eru batnað.
Eisini í Klaksvík standa býarbussarnir.
Og Eysturkommuna boðar eisini frá, at fyribils verður ongin koyring á Eysturleiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald