Innanlands

Busskoyring í Suðuroynni fyribils avlýst

Fyri veður koyra leið 700 og leið 701 ikki fyribils, upplýsir Strandferðslan

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-11 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Suðuroynni er bussleiðin aftur órógvað av illveðrinum.

Heimasíðan hjá Strandferðsluni boðar fyrrapartin frá, at leið 700, sum koyrir millum Sumba, Vágur og Tvøroyri, og leið 701, sum koyrir millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík, ikki koyra fyribils.

Orsøkin er veðrið.

Veðrið var eisini orsøkin til, at Smyril avlýsti seinasta túrin í gjárkvøldið og fyrsta túrin í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder