Innanlands

Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu koyrir ikki 1. jóladag og 1. januar

Jólaaftan og gamlaárskvøld verður koyrt millum 9.30 og klokkan 16

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2024-12-20 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verða tillagingar summar dagar, og tveir dagar verður als eingin koyring hjá Bussleiðini.

Tórshavnar kommuna hevur kunngjørt, hvussu býarbussarnir koyra um jólini og um ársskiftið.

Jólaaftan og gamlaárskvøld koyra allar leiðir sum vanligt frá klokkan 9.30 til klokkan 16. Síðani verður "jóla- og nýggjársfriður".

Eingin koyring verður 1. jóladagi; ei heldur 1. januar 2025 (nýggjársdag).

26. desember (2. jóladag) koyra allar leiðir sum sunnudag, upplýsir torshavn.fo.

Um jólini og árskiftið verða fylgjandi broytingar í ferðaætlanini hjá Bussleiðini hjá Tórshavnar kommunu:

24. desember
Jólaaftan koyra allar leiðir sum vanligt frá kl. 9.30 til 16.00
25. desember
Fyrsta jóladag er ongin koyring
26. desember
Annan jóladag koyra allar leiðir sum sunnudag
31. desember
Nýggjársaftan koyra allar leiðir sum vanligt frá kl. 9.30 til 16.00
1. januar
Nýggjársdag er ongin koyring


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder