Innanlands

Bussleiðin: Tríggjar leiðir byrja at koyra á middegi

Nú er so mikið ruddað, at leiðirnar 1, 2 og 3 í Havn kunnu byrja at koyra

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-01-04 12:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú byrjar Bussleiðin í Havn so smátt at koyra aftur eftir at allir bussar hava staðið stillir í morgun orsaka av óvanliga vánaligum koyrilíkindum í høvuðsstaðnum.

Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at tað nú er so mikið ruddað av kava, at leið 1, 2 og 3 byrja at koyra klokkan 12. Leið 1 koyrir tó ikki niðan í Klingruna í Hoyvík at venda.

Kunnað verður seinni um, nær leið 4 byrjar at koyra. Enn er óvist nær leið 6 og 7 til Kirkjubøar, Kaldbaks og Kollafjarðar byrja at koyra. 

Roknast má við at koyringin verður óstøðug í mun til ferðaætlanina. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder