2025-02-24 07:53

Í morgun, beint fyri klokkan fimm, fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var tikin av einari hvirlu og farin út av vegnum í Kollafjarðadali.
Førarin var einsamallur í bussinum, sum ikki var í rutu.
Bussurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt av staðnum aftur, og verður hann fluttur sum skjótast, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tað var so nógvur vindur á staðnum, at løgreglan hevði trupult við at arbeiða.
Bussførarin gramdi seg um pínu og varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald