12 fólk komu til skaða, tá ein býarbussur rendi inn í ein skúla í norska høvuðsstaðnum Oslo í gjárkvøldið. Støðan hjá tveimum teirra verður søgd at vera álvarslig.
Tað skrivar blaðið VG. Vanlukkan hendi í býarpartinum Tøyen. Fráboðanin kom beint eftir klokkan 22 í gjárkvøldið, lokala tíð.
Fráboðanin ljóðaði, at fleiri vóru komin til skaða, og sótu føst í bussinum. Løgreglan upplýsir, at bussurin koyrdi av vegnum og rendi inn í Vahl skole. 11 av teimum 12, vóru ferðafólk í bussinum. Seks fólk vórðu flutt á sjúkrahús, skrivar Ritzau.
Vegirnir kring vanlukkustaðið hava verið stongdar í nátt. Løgreglan kannar málið og avhoyrir vitni, sum sóu tilburðin. Sambært løgregluni bendir alt á, er talan um eitt óhapp – ikki eina tilætlaða gerð.
Aftenposten skrivar, at bussførarin, ein maður í sekstiárunum, nú er skuldsettur fyri skilaleysa koyring. Løgreglan hevur enn ikki kunnað avhoyrt bussføraran, sum er ein av teimum, sum kom til skaða í hendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald